Sissel

Tidin Rennur
(Fr. Petersen/Jógvan Waagstein) 1. Tidin rennur sum streymur í á, titt munu bylgjurnar falla: lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla. 2. Og hvør ein løta og hvør ein stund at stóra fossinum dregur: treigist mitt hjarta, tyngist min lund, hvar er úr neydini vegur? 3. Hvør hevur vinur vilja og mátt at bjarga mær til landa? Allir eru á likan hátt staddir sum eg í vanda. 4. Ein hevur vinur vilja og mátt at bjarga mær frá grandi; Jesus kann føra in lítla bát trygt at himla-sandi. 5. Tidin rennur sum streymur í á, fram i harrans navni! Litlum báti eri eg á, himla-strond fyri stavni From Letras Mania